Óðin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Óðin er tann hægsti ásagudurin í norrønu gudalæruni. Hann er alfaðir og kongur ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mimirs brunni, haðan hann hevur fingið sín vísdóm. Ravnar Óðins, Hugin og Munin, flúgva um heimin allan og boða Óðini frá tí, ið fyri ferst í heiminum.
Kona Óðins eitur Frigg men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Tann mætasti av sonum hansara er Tórur sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru Baldur, Høður, Váli, Víðar og kanska Heimdallur, Týr og Bragi.
Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein.
[rætta] Kelda
- Snorri Sturluson (týtt hevur Anker Eli Petersen) (2005). Gylvaginning. http://www.heimskringla.no/faeroysk/snorre/gylfaginning.php