Web - Amazon

We provide Linux to the World


We support WINRAR [What is this] - [Download .exe file(s) for Windows]

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
SITEMAP
Audiobooks by Valerio Di Stefano: Single Download - Complete Download [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Alphabetical Download  [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Download Instructions

Make a donation: IBAN: IT36M0708677020000000008016 - BIC/SWIFT:  ICRAITRRU60 - VALERIO DI STEFANO or
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Ravnur - Wikipedia

Ravnur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ravnur

Frøðiheiti
Ríki: Animalia (Djór)
Fylki: Vertebrata (Rýggdýr)
Flokkur: Aves (Fuglar)
Hópur: Passeriformes (Spurvafuglar)
Ætt: Corvidae (Krákufuglar)
Slekt: Corvus
Slag: corax
Frábrigdi: varius
Frøðiheiti
Corvus corax varius
Linnaeus, 1758

Ravnur (Corvus corax) er stórur, svartur krákufuglur, hvørs veingjavídd er um leið 65-70 cm. Fjaðrarnar eru krunkasvartar og skyggja blágrønar. Hann hevur svart nev og svartar føtur. Ravnurin í Íslandi og í Føroyum hevur verið avbyrgdur so mikið leingi, at hann í dag ikki er meinlíkur ravni aðrastaðni úti í heimi.

Nógv pátrúgv er knýtt at ravninum, pátrúgv, ið stavar frá ravnunum hjá Óðini, Hugin og Munin. Sum krákan er ravnurin ein av ruskmonnum náttúrunnar, sum ikki fírir fyri at eta lomb og seyð, ið eru ússalig, ræ og rusk. Hetta hevur mangan fingið fólk at argast inn á hann. Ikki man vera smávegis av mús og rottu, sum hvønn vetur hvørvur niður í ravnarnar.

Ígjønum øldir hava menn veitt ravn eins væl og kráku. Hetta elvdi m.a. nevtollurin, sum ikki er avtikin enn, hóast hann ikki verður nýttur í dag. Henda lóg segði, at hvør maður, ið var ímillum 15 og 50 ára gamal, árliga skuldi lata inn eitt ravnsnev ella tvey nev av kráku, baki ella skúgvi. Øll nevini vórðu savnað og brend á Krákusteini í Havn. Nú er ravnurin millum teir fuglar, ið verða veiddir alt árið. Hann er støðufuglur og er tí her alt árið. Jagstranin hevur gjørt ravnin til ein styggan fugl. Reiður ger hann sær í brøttum, fjarskotnum klettum, ið ikki eru lættir at sleppa til. Vanliga verpur ravnur 4-5 egg.

Corvus corax corax er tann mest vanligi ravnurin meðan Corvus corax varius er slagi sum er at finna í Føroyum og í Íslandi.

[rætta] Sí eisini

[rætta] Útvortis slóðir

[rætta] Kelda

Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:
»Ravnur«.
Our "Network":

Project Gutenberg
https://gutenberg.classicistranieri.com

Encyclopaedia Britannica 1911
https://encyclopaediabritannica.classicistranieri.com

Librivox Audiobooks
https://librivox.classicistranieri.com

Linux Distributions
https://old.classicistranieri.com

Magnatune (MP3 Music)
https://magnatune.classicistranieri.com

Static Wikipedia (June 2008)
https://wikipedia.classicistranieri.com

Static Wikipedia (March 2008)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com/mar2008/

Static Wikipedia (2007)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com

Static Wikipedia (2006)
https://wikipedia2006.classicistranieri.com

Liber Liber
https://liberliber.classicistranieri.com

ZIM Files for Kiwix
https://zim.classicistranieri.com


Other Websites:

Bach - Goldberg Variations
https://www.goldbergvariations.org

Lazarillo de Tormes
https://www.lazarillodetormes.org

Madame Bovary
https://www.madamebovary.org

Il Fu Mattia Pascal
https://www.mattiapascal.it

The Voice in the Desert
https://www.thevoiceinthedesert.org

Confessione d'un amore fascista
https://www.amorefascista.it

Malinverno
https://www.malinverno.org

Debito formativo
https://www.debitoformativo.it

Adina Spire
https://www.adinaspire.com