Alkan
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein alkan er eitt lívrunnið mýl og er samansett av eini røð av karbonatomum bundin saman við einkultbindingum har allar "leysar" elektronir eru bundnar til hydrogen. Bruttofrymilin fyri eina alkan verður sostatt: CnH2n+2
Alkanir eru alifatiskar og verða nevndar við endingini -an. Alkanir eru mettaðar, t.v.s. at tað er ongin dupultbinding í teimum.
Tær seks mest einfaldu alkanirnar eru:
- Methan: CH4
- Ethan: C2H6
- Propan: C3H8
- Butan: C4H10
- Pentan: C5H12
- Hexan: C6H14
Alkanir kunnu eisini sita sum ein síðubólkur á einum størri mýl. Tær verða tá nevndar við endingini -yl. T.d. methyl og ethyl.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Keldur
- John McMurry, Fundamentals of Organic Chemistry, Cornell University, 1998