Kappróður
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
At rógva um kapp er elligomul ítróttagrein. Frá gamlari tíð hevur verið vanligt, at bátar hava róð kapp, eitt nú á grindaferð ella aftur av útróðri. Tað hevur tó ikki verið undir skipaðum viðurskiftum, men meira tilvildarliga, tá tað bar so á, at bátar fóru somu leið samstundis.
Seinni, serliga eftir at føroyski róðrarbáturin hevði mist sín týdning sum álitið í útróðri, var farið undir at skipa fyri kappróðri á Ólavsøku og til aðrar stevnur. Fyrstu árini var tað mest við teimum bátum, ið vóru til taks, men seinnu árini hava menn latið smíða bátar til kappróður. Kendastu bátasmiðirnir á hesum øki eru Niklas í Koltri og seinni Sámal Hansen.
Kappingarnar verða nú skipaðar undir Róðrarsambandi Føroya, RSF, sum er eitt av sersambondunum í Ítróttasambandi Føroya, ÍSF.