Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fýra av sambandsmonnunum, sum vórðu valdir í 1906
Sambandsflokkurin varð sum tann fyrsti flokkurin í Føroyum stovnaður í 1906.Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkurin varð stovnaður, men tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”. Flokkurin er ein liberalur flokkur, sum virkar fyri eini støðugari og frísinnaðari menning av Føroya fólki, búskaparlig, mentunarliga og stjórnarliga. Flokkurin gongur inn fyri, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at reka ein framburðssinnaðan politikk á øllum økjum.
[rætta] Sambandsløgmenn
[rætta] Umboð á Løgtingið
[rætta] Útvortis ávísing