Kvívík
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
Postnummar | FO 340 | |
Kommuna | Kvívíkar kommuna | |
Markatal | 48 | |
Íbúgvar (2005) | 376 | |
Kvívík er ein bygd í Streymoy.
Í Kvívík eru gamlar víkingatoftir, ið hava sín uppruna í landnámstíðini, t.v.s. at tær eru reistar av írskum munkum í 9. ella 10. øld. Tá grivið varð út fyri einum pakkahúsi í tíðarskeiðnum millum 1870 og 1880, komu kvívíkingar fyrstu ferð fram á hesar toftir, men umleið 1950 fór veruligur útgrevstur fram á staðnum, við tí fyri eyga, at kanna vavið av hesum toftum og at kanna hesar víkingatoftir meiri nágreinliga, m.a. staðfesta nær tær eru reistar. Tey elstu húsini, sum standa uppi í Kvívík í dag, eru bygd í 18. øld.
Í Kvívík er kirkja og prestagarður. Fyrsta kirkjan er helst bygd miðskeiðis í 19. øld. Núverandi kirkjan varð tikin í nýtslu í 1903. Prestagarðurin á Kirkjuteigi er eisini rættuliga gamal. Upprunaliga er hann helst bygdur um somu tíð sum fyrsta kirkjan.
Skúlin í Kvívík varð tikin í nýtslu í 1907. Har ganga næmingar úr Kvívík, av Stykkinum og av Skælingi. Børnini á Válinum ganga í skúla í Vestmanna og børnini í Leynum ganga í skúla í heimbygdini. Í løtuni eru ongi børn í skúlaaldri á Skælingi. Frá 6. flokki fara børnini í Kvívík, á Stykkinum, í Leynum og á Skælingi í framhaldsskúla í Vestmanna. 57 næmingar ganga í bygdarskúlanum í Kvívík. Á framhaldsdeildini í Vestmanna eru 30 næmingar úr Kvívíkar kommunu.
Í bygdini er eisini eitt samkomuhús. Tað er arbeiðsmannafelagið Samvirki ið eigur og rekur bygda- og ungdómshúsið, sum eitur Glæman. Tað er karmur um felagslívið í bygdini. Í Kvívík er eisini eitt róðrarfelag.
Í Kvívík er ein krambúð. Har er sparikassi og posthús. Meginparturin av fólkinum í Kvívík arbeiðir aðrastaðni enn í heimbygdini. Nógvir menn eru til fiskiskap við skipum, ið hoyra heima ymsastaðni í landinum, og nógv av heimafólkunum arbeiða í Havn. Í Kvívík eru tó tvær handverkarafyritøkur, ið hava nógv at gera, og sjálvandi er nakað av landbúnaði í bygdini eisini.
[rætta] Útvortis ávísing
- stamps.fo - Postsøgan í Kvívík (kelda)
- Faroeislands.dk: Kvívík
- Folkakirkjan.fo - Kvívíkar Kirkja
- Skulin.fo - Kvívíkar skúli