Akrar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
Postnummar | FO 927 | |
Kommuna | Sumbiar kommuna | |
Markatal | - | |
Íbúgvar (2005) | 28 | |
Akrar er lítil bygd á sunnara armi á Lopransfirði í Suðuroy, ein sonevnd niðursetubygd.
Fyrsti maður, ið setti búgv á Økrum var úr høvuðsbygdini Sumba. Hetta var í 1818. Seinri fluttu onnur til bygdina. Kendasti maður á Økrum er Poul Johannes Midjord (1823-1908), ið var táttayrkjari. Hann giftist við dóttur nesbóndans hinu megin fjørðin, men tað var ikki við bóndans vilja, og sagt verður, at Poul Johannes fór eftir unnustu síni á nátt og flutti hana yvir um fjørð, uttan at foreldrini vistu av. Kendasti táttur hansara er eisini Nesbóndatátturin, har hann ger gjøldur burtur úr verfaðirinum.