Tindhólmur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tindhólmur er ein hólmi í Føroyum. Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini Bø, hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygdi, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.