Saksun
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
||
Postnummar | FO 436 | |
Kommuna | Sunda kommuna | |
Markatal | 29-08-00 | |
Íbúgvar (2005) | 33 | |
Saksun er ein gomul bygd á norðursíðuni á Streymoynni.
Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin Dúvugarður er friðaður og stendur sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og Vestmanna stendur fjallið Koppenni. Við opnum báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smøl renna gongur inn til vatnið Pollin, sum er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin niðan gjøgnum Saksunardal, har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir.
[rætta] Útvortis ávísing
Gjógv | Haldarsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík