Rúsir
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rúsir (eintal rúsi) vóru norrønur ættbólkur ið búði eystanfyri í Eystrasalti. Hesir vóru helst eftirkomarar hjá svium, men hetta er óvist. Í hvussu so er høvdu rúsir tætt samband við sviðar og norðbúgvar annars. Orðið rúsir verður brúkt um teir norðbúgvar, ið ferðaðust eystureftir í norrønu útflytingini.
[rætta] Sjónarváttarfrágreiðing
Fyrsta sjónarváttarfrágreiðingin um lívið hjá norðbúgvum, er frá muslimska sendiharranum Ahmad ibn-Fadlan (arábiskt: أحمد ابن فضلان), sum í 922 kom í samband við rúsir við ánna Volgu. Eftir frásøguni metir hann teir sum norðbúgvar.
Skaldsøgan Eaters of the Dead eftir Michael Crichton byggir á frásøgu Ahmadar ibns-Fadlans, sum eisini er gjørd til film við navninum The Thirteenth Warrior.
[rætta] Kievrúsaríkið
Sambært Russisku fyrstu krýniku gjørdu finnar og slavar uppreistur ímóti sviðum. Eftir uppreisturin var ófriður í slaviskum londum. Teir heittu so á Rurik (føroyskt: Rørekur) um at koma at fáa skil aftur á landið. Hann kom og gjørdi sum umbiðið og stovnaði harvið Kievrúsaríkið, sum var fyrsta slaviska ríkið. Í 13. øld flutti Røreksættin til Moskvu, sum tá bleiv høvuðssaður í einum russiskum ríki. Rúsir løgdu við hesum navn til Russland.
Støddin á søguliga Kievrúsaríkinum svarar í stødd rættiliga væl til núverandi Ukrainu.
Summir slavskir sgøufrøðingar eru tó ikki samdir við hesari frágreiðingini uppá fyrsta slaviska ríkið. Teir setar spurnartekin við trúvirðið í Russisku fyrstu krýniku. Teir halda í hvussu so er ikki, at tað er trúligt, at norðbúgvar skulu hava stovnsett fyrsta slaviska ríkið.
[rætta] Keldur
- Svørt verða sólskyn, Sprotin 1994, (ss. 58-66): Rúsalýsing, Ahmad ibn-Fadlan, týðing: fyrst Jørgen Bæk Simonsen, síðan Ásmundur Johannesen.
- Eaters of the Dead, Michael Crichton, 1976.