Fuglafjørður
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
FUGLAFJØRÐUR | ||
---|---|---|
|
||
íbúgvar | 1.542 (2005) | |
kommuna | Fuglafjarðar | |
Postnumma | FO 530 | |
Markatal | 32-01-00 | |
heimasida | Kommunans |
Fuglafjørður er ein býur í Eysturoynni.
Fuglafjørður liggur við fjørðin við sama navni, og upprunin til navnið er fuglur. Tað løgna er, at býurin eingi fuglabjørg eigur, men fyrr átti nógvur skrápur í Føroyum, og hann átti uppi á sløttum í urðum og líðum. Kanska hevur serliga nógvur skrápur og heiðafuglur átt í høgunum uttan um Fuglafjørð.
Frá gamlari tíð eru kendir fýra býlingar, við Gjógvará, við Garð, í Toftum og á Áargarði. Fyri 50 árum síðan fór fram fornfrøðiligur útgrevstur á Oyrini við Gjógvará, og har var komið niður á húsatoftir, búnyttur o.a., sum prógvaðu, at býlingurin er frá víkingatíð, um 950-1050. Býurin er nógv vaksin, serliga seinastu 100 árini, og allir býlingarnir eru samanvaksnir. Í 1801 var manntalið 128, og í 2005 var tað 1.542.
Í fjøruni á syðra armi á Fuglafirði er ein kelda, sum eitur Varmakelda. Vatnið, ið rennur úr henni, er eini 10 stig heitari enn í øðrum keldum. Tað hevur verið siður, at ungdómurin í grannabygdunum hittist her á jóansøku til dans og hugnaliga samveru. Gjøgnum tíðirnar eru mong giftarmál komin burtur úr hesum. Í 1849 fluttu fólk úr Fuglafirði og settu seg niður á Hellunum, og fyri 20 árum síðani komu fyrstu húsini á Kambsdali, ið liggur 3 km sunnan fyri býin. Í dag búgva eini 200 fólk har.
Fuglafjarða, Leirvíka og Gøtu Kommunur eiga og reka í felag Ítróttar- og Samkomuhøllina á Kambsdali.
Eitt fjølbroytt vinnulív er grundarlagið fyri framburði og trivnaði. Fuglafirði hava eitt breitt úrvæl í øllum vinnubólkum..
Fuglafjørður er góð skipahavn, og tí er nógv virksemi har, ið hevur samband við fiskivinnuna, og mong skip hava havt heimstað har á fjørðinum. Í 1964 var sildaverksmiðja sett á stovn, sum hevur ment seg nógv gjøgnum árini, og er størsta arbeiðsplássið í býnum.
Føroyar eru fiskivinnutjóð og í hesari vinnu fart tú allar tænastur í Fuglafirði
Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølinum á gamla bókasavninum frá 1882, miðskeiðis í býnum.
Fyri fáum árum síðani var eitt mentanarhús bygt í býnum, sum verður nógv nýtt til konsertir og onnur líknandi tiltøk.