Føroyski tjóðbúnin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyski tjóðbúnin hevur, eins og tjóðbúnar í mongum øðrum evropiskum londum, uppruna sín í gerandisbúnanum miðskeiðis í 19. øld. Nógv eru tey, ið eiga føroysk klæði og nýta tey í veitslulag, á stevnum og tá dansað verður. Hesi seinastu árini er líkt til, at áhugin hevur verið vaksandi fyri føroyskum klæðum, serstakliga millum ungdómin.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Stakkur
Stakkurin hevur verið veitslubúni, serstakliga brúðarkjóli, í øldir. Lucas Debes nevnir hann í 1673. Í gomlum døgum vóru tað tær ríkastu bóndakonurnar, ið áttu stakk. Hann gekk í arv, so gentur í fleiri ættarlið giftust í sama stakki.
Stakkurin, sum er síður heilur kjóli, verður seymaður av himmalbláum, skarlaksreyðum ella grasgrønum klæði, meira sjáldan, sum í hesum føri, av svørtum klæði. Í dag verður mangan silki brúkt til stakk. Skjúrtið er lagt í faldar, lívið verður seymað við flundruryggi. Ermamar eru langar og trongar við lítlum uppslagi og pípaðari blondu framman.
Stakkabróstið og uppsløgini hava annan lit enn kjólin, í hesum føri eru tey reyð. Til stakkin hoyra silkikragi og silvurbelti ella floyalsbelti við áseymaðum silvurplátum. Annar beltisendin, ið kann vera prýddur við silvuri, sproti, hongur nakað niður. Stakkastásið er maljur, stimi og stór ferhyrnt stakkanál við hangandi bløðum, ið verður fest gjøgnum hálsklútin og bróstið. Á høvdinum ber hon vanliga krúnu ella annað ennisprýði. Í mong ár var heldur sjáldsamt at síggja stakk, men nú tykist sum áhugin fyri hesum stásiliga búna er vaksandi.
[rætta] Sjóstúka
Sjóstúkan er kníggjalangur, síður svartur vadmalsfrakki (kjóli), sum hevur uppruna sín í gerandisbúna hjá monnum fyri 150-200 árum síðan. Miðskeiðis í 19. øld varð sjóstúkan stásbúni. Plaggið er seyraað við liðageira, bakið er skorið úr einum stykki, ermarnar eru víðar í erva, sneiddar í neðra við stuttum skarði og einum knappi. Sjóstúkan hevur svartar knappar, stimaknapparnir eru úr silvuri. Saman við sjóstúku er vanligt at nýta hvítar hosur og spenniskógvar.
[rætta] Stavnhetta
Stavnhetta var hildin vera tignarligur høvuðbúni, og tað vóru serliga stórbøndur og aðrir mætir menn, ið gingu í sjóstúku undir stavnhettu. Í 1930-árunum plagdi løgtingsformaðurin, og í 1950-árunum løgmaður, at vera í hesum hábærsliga búna, tá løgtingið varð sett á Ólavsøku. Sigast má, at hetta riggaði sera væl. Sjóstúka og stavnhetta eru oftari at síggja nú enn fyri nøkrum árum síðan, men heldur sjáldsamur má búnin kortini sigast vera.