Føroysk kongarekkja
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vanliga verður sagt, at Føroyar gjørdust norskt skattland í 1035, so tá fingu Føroyar sín fyrsta kong. Norska kongarekkjan er ikki eins neyv og hin danska. Onkur tíðarskeið eru meir enn ein kongur, onkuntíð tí fleiri eru útnevndir kongar í senn, onkuntíð tí fleiri gera krav uppá at vera kongur í senn. Ilt er at siga hvat samband føroyingar hava havt við kong í fyrstuni, men neyvari listi kann neyvan gerast.
Øll nøvnini eru skrivað á føroyskum m.a. orsakað av at norsku og donsku stavingarnar ikki altíð samsvara. Heldur enn at velja aðra av teimum er hin føroyska nýtt.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Hárfagraættin
- Magnus I (Ólavsson) Góði 1035 - 1047
- Haraldur III (Sjúrðarson) Harðráði 1045 - 1066
- Magnus II Haraldsson 1066 - 1069
- Ólavur III (Haraldsson) Kyrri 1067 - 1093
- Hákun Magnusson Tórifostri 1093 - 1095
- Magnus III (Ólavsson) Berføtti 1093 - 1103
- Ólavur Magnusson 1103 - 1115
- Oystein I Magnusson 1103 - 1123
- Sjúrður I (Magnusson) Jorsalafari 1103 - 1130
- Magnus IV (Sjúrðarson) Blindi 1130 - 1135
- Haraldur IV (Magnusson) Gilli 1130 - 1136
- Sjúrður II Munn 1136 - 1155
- Ingi I (Haraldsson) Krókryggur 1136 - 1161
- Oystein II Haraldsson 1142 - 1157
- Hákun II (Sjúrðarson) Herðabreiði 1157 - 1162
- Magnus V Erlingsson 1161 - 1184
[rætta] Sverrisættin
- Sverri Sjúrðarson 1177 - 1202
- Hákun III Sverrisson 1202 - 1204
- Ingi II Bárðarson 1204 - 1217
- Hákun IV Hákunarson 1217 - 1263
- Magnus VI (Hákunarson) Lógbøtari 1263 - 1280
- Eirikur II Magnusson 1280 - 1299
- Hákun V Magnusson 1299 - 1319
- Magnus Eiriksson 1319 - 1355
- Hákun VI Magnusson 1343 - 1380
- Ólavur IV Hákunarson 1380 - 1387
[rætta] Kalmarsamveldið
- Margreta Valdimarsdóttir 1388 - 1412
- Eirikur III (Erikur av Pommern) 1389 - 1442
- Kristoffur av Bayern 1442 - 1448
- Karl I Knútsson Bóndi 1449 - 1450
[rætta] Danmark-Noreg
- Kristjan I 1450 - 1481
- interregnum 1481 - 1483
- Hans I 1483 - 1513
- Kristjan II 1513 - 1523
- Fríðrikur I 1524 - 1533
- Kristjan III 1537 - 1559
- Fríðrikur II 1559 - 1588
- Kristjan IV 1588 - 1648
- Fríðrikur III 1648 - 1670
- Kristjan V 1670 - 1699
- Fríðrikur IV 1699 - 1730
- Kristjan VI 1730 - 1746
- Fríðrikur V 1746 - 1766
- Kristjan VII 1766 - 1808
- Fríðrikur VI 1808 - 1814
[rætta] Danskt stýri
- Fríðrikur VI 1814 - 1839
- Kristjan VIII 1839 - 1848
- Fríðrikur VII 1848 - 1863
- Kristjan IX 1863 - 1906
- Fríðrikur VIII 1906 - 1912
- Kristjan X 1912 - 1947
- Fríðrikur IX 1947 - 1972
- Margreta II 1972 -
Categories: Føroyar | Danmark | Noreg