Tey Óvirknu Loftevnini
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bólkur | 18 |
---|---|
Perioda | |
1 | 2 He |
2 | 10 Ne |
3 | 18 Ar |
4 | 36 Kr |
5 | 54 Xe |
6 | 86 Rn |
7 | 118 Uuo |
Tey óvirknu loftevnini eru frumevnini í bólki 18 (VIII) í skeiðbundnu skipanini. Tey eru: Helium, neon, argon, krypton, xenon og radon. Tey verða kallaði óvirkin av tí, at teirra uttasta elektronskal er fult og tí er tað sera trupult at fáa tey at gera evnasambinding. Tey eru tey einastu frumevnini sum finnast í natúruni sum einkultatomir, øll onnur finnast sum mýl ella ionir (t.d. finnist brom sum mýl: Br2, ella sum ion: Br-).