Mongdarlæra
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mongdarlæra er tann støddfrøðiliga ástøðin um mongdir, sum umboðar mongdir av abstraktum lutum. Hon hevur eina miðstøða í nútíðarstøddfrøði ástøði, av tí at hon gevur tað grundleggjandi mál, sum øll støddfrøði kann orðberast í.
Mongdarlæran var serstakliga út fyri menning í tíðarskeiðnum 1880-1920. Georg Cantor lýsti tey fyrstu hugtøkini, Bertrand Russell og David Hilbert veitti munandi hjálp til at gera tað til eitt samsvarandi ástøði. Mongd hugtakið var givið greiða merking av Zermelo-Fraenkels grundreglunum.
Teljitøl kunna formulerast sum mongdir við tað at 0 svarar til ta tómu mongdina, , 1 til mongdina sum inniheldur ta tómu mongdina o.s.fr.