Web - Amazon

We provide Linux to the World


We support WINRAR [What is this] - [Download .exe file(s) for Windows]

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
SITEMAP
Audiobooks by Valerio Di Stefano: Single Download - Complete Download [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Alphabetical Download  [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Download Instructions

Make a donation: IBAN: IT36M0708677020000000008016 - BIC/SWIFT:  ICRAITRRU60 - VALERIO DI STEFANO or
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Hvítravnur - Wikipedia

Hvítravnur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hvítravnur

Frøðiheiti
Ríki: Animalia (Djór)
Fylki: Vertebrata (Rýggdýr)
Flokkur: Aves (Fuglar)
Hópur: Passeriformes (Spurvafuglar)
Ætt: Corvidae (Krákufuglar)
Slekt: Corvus
Slag: corax
Frábrigdi: varius var. leucophaeus
Frøðiheiti
Corvus corax varius var. leucophaeus
Brünnich, 1764

Hvítravnur (Corvus corax varius var. leucophaeus) var eitt serføroyskt ravnabrigdi, men er nú útdeyður.

Hann var eisini krunkasvartur, men stórir partar av honum vóru hvítir, tó ofta við nøkrum fáum svørtum fjaðrum uppí. Teir hvítravnarnir, sum eru varðveittir, eru ikki allir meinlíkir, men á øllum eru á høvdi, veingjum og búki hvít øki. Beinini á honum eru líka svørt, sum á tí svarta ravninum, men ikki nevið, tað fer yvir í brúnt. Hvítravnurin tykist hava verið her síðani miðøldina. Ígjøgnum ár og dag hevur nógv verið skrivað um hann, og nógvar myndir eru teknaðar av honum.

Lesur tú tað skrivaða keldutilfarið, ber til at fylgja, hvussu stovnurin er minkaður, so hvørt sum hann varð skotin og skinnini vórðu seld savnarum. Ógvuliga áhugavert er, at hann er á fuglamyndum, sum Díðrikur á Skarvanesi hevur teknað og sum í dag eru í Listaskálanum í Havn. Sjálvandi verður gravgangur eftir einum dýri, tá ið so lítið er til av tí, og tað bara er at finna í einum fjarskotnum oyggjalandi. Hetta var lagnan hjá hvítravninum, tí hann varð skotin og seldur útlendskum savnarum. M.a. greiðir Niels á Botni frá, at sýðslumaðurin H.C. Müller síðst í farnu øld rindaði 2 ríkisdálar fyri ein hvítravn, ið var skotin í Nólsoy. Soleiðis vórðu teir síðstu hvítravnarnir sæddir: Ein úti í Mykinesi 2. november 1902, ein á heysti 1916 bæði í Velbastaðhaga og úti í Koltri. Og at enda varð tann seinasti higartil sæddur úti í Nólsoy bæði í stórkavanum í 1947 og aftur seint í 1948. Um hetta mundið aftan á annan heimsbardaga hava fólk ansað so væl eftir hvítravninum, at lítið sannlíkt er, at hann hevur verið á flogi, uttan at nakar hevur varnast tað.

Náttúrugripasavnið hevur gjørt eina serliga framsýning um hvítravnin. Í tí sambandi hevur verið roynt at leita fram upplýsingar um, hvussu nógvir útstappaðir hvítravnar munnu vera til í dag, og hvar teir eru. Savnið sjálvt eigur ongan, men higartil eru vit komin fram á 15 eintøk, tey eru spjadd soleiðis: í Keypmannahavn (6), New York (4), Uppsala (2), Leiden (1), Braunschweig (1) og Dresden (1).

[rætta] Kelda

Wikispecies logo
Wikispecies hevur upplýsingar viðvíkjandi:
Onnur mál
Our "Network":

Project Gutenberg
https://gutenberg.classicistranieri.com

Encyclopaedia Britannica 1911
https://encyclopaediabritannica.classicistranieri.com

Librivox Audiobooks
https://librivox.classicistranieri.com

Linux Distributions
https://old.classicistranieri.com

Magnatune (MP3 Music)
https://magnatune.classicistranieri.com

Static Wikipedia (June 2008)
https://wikipedia.classicistranieri.com

Static Wikipedia (March 2008)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com/mar2008/

Static Wikipedia (2007)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com

Static Wikipedia (2006)
https://wikipedia2006.classicistranieri.com

Liber Liber
https://liberliber.classicistranieri.com

ZIM Files for Kiwix
https://zim.classicistranieri.com


Other Websites:

Bach - Goldberg Variations
https://www.goldbergvariations.org

Lazarillo de Tormes
https://www.lazarillodetormes.org

Madame Bovary
https://www.madamebovary.org

Il Fu Mattia Pascal
https://www.mattiapascal.it

The Voice in the Desert
https://www.thevoiceinthedesert.org

Confessione d'un amore fascista
https://www.amorefascista.it

Malinverno
https://www.malinverno.org

Debito formativo
https://www.debitoformativo.it

Adina Spire
https://www.adinaspire.com