Web - Amazon

We provide Linux to the World


We support WINRAR [What is this] - [Download .exe file(s) for Windows]

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
SITEMAP
Audiobooks by Valerio Di Stefano: Single Download - Complete Download [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Alphabetical Download  [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Download Instructions

Make a donation: IBAN: IT36M0708677020000000008016 - BIC/SWIFT:  ICRAITRRU60 - VALERIO DI STEFANO or
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Fámjin - Wikipedia

Fámjin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fámjin
Fámjin á Føroyakortinum.
Postnummar FO 870
Kommuna Fámjins kommuna
Markatal 24
Íbúgvar (2006) 115

Fámjin liggur mitt á vestursíðuni á Suðuroynni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her.

Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir Gluggunum (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti Froðbiar sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti Hovi, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti Vági. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra Kirkjuvatn.

Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er grindavág.

24 merkur í jørð eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 gyllin kongs. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð (latin aftur í 2003).

[rætta] Navnið

Navnið Fámjin er sjáldsamt, og torført er hjá málfrøðingum at týða, hvønn uppruna tað hevur. Men gomul søgn sigur, at bygdin fyrr æt Vesturvík, men tað finnist ongin skrivlig kelda, ið nevnir Fámjin fyri Vesturvík. So hendi tað, at maður í bygdini og sonur hansara fingu fatur á tveimum konufólkum av einum fronskum skipi, ið lá uttanfyri. Tá ið skipsmenninir sóu, at teir róðu til lands við teimum, fóru teir at rópa:

femme mien, femme mien!

Soleiðis skuldi bygdin broyta navn. Brim kom og skipið sigldi burtur. Feðgarnir tóku sær hesar báðar til konu. Mangir sterkir avrekskappar sigast at vera komnir undan teimum.

Best hugsandi er at navnið hevur okkurt við "fóm" (skúm) at gera, tí oftani er sera nógvur skúmur í mølini tá ið brim er og tað samstundis er nógvur gróður í sjónum.

[rætta] Kirkjan

Fámjin er sera náttúruvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy.
Víðka
Fámjin er sera náttúruvøkur bygd umgyrd av hægstu fjøllunum í Suðuroy.

Fámjins kirkja er bygd í 1876, hon er úr gróti, hvítkálkað og takt við fløgugróti. í kirkjuni hongur tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum Jens Olivur Lisberg (1896-1920) úr Fámjin gjørdi í 1919 saman við Janusi Øssurssyni og Paula Dahl. Merkið veittraði fyrstu ferð í Føroyum hin 22. juni 1919, í samband við eitt brúdleyp í familjuni hjá Jens Olivur. Hann liggur grivin í kirjugarðinum við kirkjuna í Fámjin. Í forkirkjuni stendur ein rúnasteinur, funnin í kirkjugarðinum, óivað gravsteinur. Kirkjan undan hesari varð bygd í 1826, í miðøld skal hava verið bønhús í Fámjin.

[rætta] Hygg eisini at

[rætta] Útvortis ávísing

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Funnings | Gøtu | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Leirvíkar | Miðvágs | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sandavágs | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Svínoyar | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis | Øravíkar
Our "Network":

Project Gutenberg
https://gutenberg.classicistranieri.com

Encyclopaedia Britannica 1911
https://encyclopaediabritannica.classicistranieri.com

Librivox Audiobooks
https://librivox.classicistranieri.com

Linux Distributions
https://old.classicistranieri.com

Magnatune (MP3 Music)
https://magnatune.classicistranieri.com

Static Wikipedia (June 2008)
https://wikipedia.classicistranieri.com

Static Wikipedia (March 2008)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com/mar2008/

Static Wikipedia (2007)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com

Static Wikipedia (2006)
https://wikipedia2006.classicistranieri.com

Liber Liber
https://liberliber.classicistranieri.com

ZIM Files for Kiwix
https://zim.classicistranieri.com


Other Websites:

Bach - Goldberg Variations
https://www.goldbergvariations.org

Lazarillo de Tormes
https://www.lazarillodetormes.org

Madame Bovary
https://www.madamebovary.org

Il Fu Mattia Pascal
https://www.mattiapascal.it

The Voice in the Desert
https://www.thevoiceinthedesert.org

Confessione d'un amore fascista
https://www.amorefascista.it

Malinverno
https://www.malinverno.org

Debito formativo
https://www.debitoformativo.it

Adina Spire
https://www.adinaspire.com