Web - Amazon

We provide Linux to the World


We support WINRAR [What is this] - [Download .exe file(s) for Windows]

CLASSICISTRANIERI HOME PAGE - YOUTUBE CHANNEL
SITEMAP
Audiobooks by Valerio Di Stefano: Single Download - Complete Download [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Alphabetical Download  [TAR] [WIM] [ZIP] [RAR] - Download Instructions

Make a donation: IBAN: IT36M0708677020000000008016 - BIC/SWIFT:  ICRAITRRU60 - VALERIO DI STEFANO or
Privacy Policy Cookie Policy Terms and Conditions
Tórshavnar kommuna - Wikipedia

Tórshavnar kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tórshavnar kommuna
Búmerki
Tórshavnar kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Heðin Mortensen
Vídd 172,9 km2
Íbúgvar
2006
 - Tættleiki
19.314
161/km²

Tórshavnar kommuna er ein kommuna í Føroyum. Tórshavnar kommuna hevur umleið 18.684 íbúgvar.

[rætta] Søga

Tórshavn er gamal staður og frá fyrstu landnámstíðini varð høvuðsting føroyinga hildið á Tinganesi, nesinum sum skilir havnalagið sundur í Eystaruvág og Vestaruvág.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. Á nesinum vórðu goymsluhús og handilshús reist, her helt kongaligi einahandilin til, sum stóð fyri øllum vøruflutningi í Føroyum og ímillum lond.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856.

Tinganes

Men staðurin hevði ikki sína egnu umsiting, var ikki býur, men bygd sum aðrar bygdir í landinum, skipað eftir avgerðum í tinginum og seinni av danska embætisverkinum, tá ið løgtingið varð niðurlagt í árunum 1816-1852.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu.

Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

Í 1866 hevur Tórshavn verið kommuna. Nógv er broytt, kommunan gjørdist býur og keypstaður í 1908, landaøkið er vaksið og ikki minst er fólkatalið økt og liggur nú nær teimum 19.000. Býráðsumsitingin heldur nú til í gamla kommunuskúlanum frá 1894, gróthúsunum í miðbýnum.

Í meira enn 1000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður.

Sí eisini:

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

[rætta] Útvortis ávísing


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Funnings | Gøtu | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Leirvíkar | Miðvágs | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sandavágs | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Svínoyar | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis | Øravíkar



Our "Network":

Project Gutenberg
https://gutenberg.classicistranieri.com

Encyclopaedia Britannica 1911
https://encyclopaediabritannica.classicistranieri.com

Librivox Audiobooks
https://librivox.classicistranieri.com

Linux Distributions
https://old.classicistranieri.com

Magnatune (MP3 Music)
https://magnatune.classicistranieri.com

Static Wikipedia (June 2008)
https://wikipedia.classicistranieri.com

Static Wikipedia (March 2008)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com/mar2008/

Static Wikipedia (2007)
https://wikipedia2007.classicistranieri.com

Static Wikipedia (2006)
https://wikipedia2006.classicistranieri.com

Liber Liber
https://liberliber.classicistranieri.com

ZIM Files for Kiwix
https://zim.classicistranieri.com


Other Websites:

Bach - Goldberg Variations
https://www.goldbergvariations.org

Lazarillo de Tormes
https://www.lazarillodetormes.org

Madame Bovary
https://www.madamebovary.org

Il Fu Mattia Pascal
https://www.mattiapascal.it

The Voice in the Desert
https://www.thevoiceinthedesert.org

Confessione d'un amore fascista
https://www.amorefascista.it

Malinverno
https://www.malinverno.org

Debito formativo
https://www.debitoformativo.it

Adina Spire
https://www.adinaspire.com